“Stavnsbandið” í Føroyum

Nú haldi eg at tað er uppá tíðina, at okkara politikarar vakna úr dvala. Í 1788 bleiv ”stavnsbandið” bannað í tí danska kongaríkinum, men nú eru peningastovnarnir spakuliga begyntir at innføra tað aftur.

Teir hava sett sær fyri, at tað eru teir sum skulu avgera hvar í Føroyum, føroyingar skulu búgva.

Vit hoyra ferð eftir ferð, at tað ongantíð hevur gingið so gott í Føroyum sum akkurát nú.

Tó hava fólk enn sera trupult at fáa fígging til at keypa sethús ”úti á bygd”. Eitt dømi er at ein familja ikki fekk lán uppá 1,0 mill. kr. til at keypa eini hús á bygd (40 min. úr Tórshavn), men sama familja fekk bjóða lán uppá 2-3 mill. kr. um tey keyptu hús í Tórshavn.

(Fleiri líknandi dømir eru runt alt landið).

Einasta loysn uppá hetta er at okkara politikarar skulu skipað soleiðis fyri, at ”Bústaðir” eisini begynnir at veita lán til vanligt húsakeyp “úti á bygd” og ikki bert orkulán.

So kunnu peningastovnarnir ”eiga” Tórshavn og hinar útvaldu bygdirnar.

(Tað hevði kanska eisini sprongt “bústaðar-prís bobluna” í Havn, til frama fyri vanlig havnarfólk).

Torri Thomsen.

Facebook viðmerkingar