Hvalbiar skúli skreitt í kavanum

Tíðindi

Nú eru 8 ár síðani, allur Hvalbiar skúli var og skreiddi seinast.

So glað vóru næmingar og lærarar, at tað eydnaðist aftur. Ein sera góður dagur í Toftabrekkuni.

Kommunan hevði skipað fyri at steingja vegin niðan fyri brekkuna, so ongin skaði hendi.

Bæði stór og smá stuttleikaðu sær óført, og ein lítil stegður var, har skúlin bjóðaði nýbakaðar bollar og heitt kakao.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá túrinum í dag.

Facebook viðmerkingar