Minkandi inntøkur hjá kommununum í Suðuroynni

Arbeiðsloysi ávirkar persónsskattainntøkurnar hjá kommununum í Suðuroynni, sum hava fingið munandi minni inn í persónsskatti í januar 2018, samanborið við januar 2017.

Kommunurnar í Suðuroynni fingu tilsamans 10,6 mió. kr. í persónsskatti í januar 2018. Í januar 2017 fingu kommunurnar 11,4 mió. kr. í persónsskatti og er sostatt talan um eina minking á 0,8 mió. kr.

Í prosentum er talan um eina minking á meiri enn 7%.

Lutfalsliga er minkingin nógv størst í Sumbiar kommunu, har persónsskattainntøkurnar minkaðu við 23,5%. Í krónum vóru minkingarnar í Vágs og Tvøroyrar kommunu størst, omanfyri 300.000 kr. í báðum kommunum.

Tað er bara í Hvalbiar kommunu, at ein lítil vøkstur er í persónsskattainntøkunum í januar 2018, samanborið við í 2017. Meðan Porkeris kommuna í 2018 fekk somu inntøkur sum í januar 2017.

Vøkstur í restina av landinum

Samstundis sum stór minking er í persónsskattainntøkunum í Suðuroynni, so er framvegis ein vøkstur í persónsskattainntøkunum í flestu kommunum kring landið.

Tendensurin frá í 2017, har kommunurnar í Suðuroynni samanlagt høvdu ein lítlan vøkstur í persónsskattainntøkunum, meðan restina av kommununum í landinum høvdu stóran vøkstur, heldur sostatt áfram fyrsta mánaðin í 2018.

Lítið er at ivast í, at tað er høga arbeiðsloysi, sum slær ígjøgnum á persónsskattainntøkunum hjá kommununum.

Myndina hevur Eyðfinn Debes tikið.

Facebook viðmerkingar