Karina Viderø Dahl og Eyðhild Mørk nýggir varaleiðarar á Dagstovnaøkinum í Vágs kommunu

Tíðindi

Vágs kommuna: Vágs kommuna hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at bjóða eina so góða tænastu sum tilber á dagstovnaøkinum. Sum liður í hesum er nú tveir nýggir varaleiðarar settir í starv.

Dagstovnaøkið hevur høga raðfesting í Vágs kommunu. Í 2013 varð nýggi dagstovnurin Eikilund tikin í nýtslu í 2013. Nýggjar barnagarðsstovur vórðu gjørdar í Vágs Skúla í 2017. Og arbeitt hevur eisini verið miðvíst við innihaldsliga partinum við tí fyri eyga at bjóða so góða tænastu sum tilber.

Ein liður í hesum hevur fevnt um at styrkja um leiðslutoymið, sum er víðkað soleiðis at tveir nýggir varaleiðarar eru settir á dagstovnaøkinum, afturat Anna Maria E. Jacobsen, sum er leiðari á dagstovnaøkinum í Vágs kommunu.

Nýggju varaleiðararnir eru Karina Viderø Dahl og Eyðhild Mørk, sum báðar eru námsfrøðingar. Karina V. Dahl er námsfrøðingur í elsta árganginum í dagstovnaøkinum, sum heldur til í nýggju barnagarðsstovunum í Vágs Skúla. Eyðhild Mørk er námsfrøðingur í starvi í dagstovninum Eikilund.

Dagstovnaøkið er eitt stórt økið hjá Vágs kommunu við nógvum starvsfólkum og børnum, og ikki minst við kontaktflatu til sera nógv foreldur. -Vit raðfesta høgt at bjóða so góða tænastu sum tilber á dagstovnaøkinum, tí tað er jú í hesum árgangunum, at týðandi grundarsteinar hjá børnum okkara verða lagdir – og ein liður í hesum er at styrkja um leiðslutoymið, sigur Dennis Holm borgarstjóri.

Karina Viderø Dahl og Eyðhild Mørk eru settir sum varaleiðarar frá 1. februar 2018 at rokna.

 

Myndin: Karina Viderø Dahl, Anna Maria E. Jacobsen og Eyðhild Mørk.

Facebook viðmerkingar