ÚTBJÓÐING: Brennistøðin á Hagaleiti í Leirvík

Tekstlýsingar Tíðindi

Við hesum verður arbeiðið at víðka um víddina á Brennistøðini, við einari nýggjari móttøkuhøll á Hagaleiti í Leirvík, boðið út í almenna lisitatión.


Arbeiðið verður boðið út sum høvuðsarbeiðstøka við niðanfyri nevndu arbeiðir:

  1. Jørð-, betong-, kloakk-, asfalt-, timbur-, gólv-, tak-, málara- og gólvarbeiðstøka
  2. HVS-arbeiðstøka
  3. El-arbeiðstøka

Verkætlanin fevnir í høvuðsheitum um:

  • Móttøkuhøll á uml. 591 m2
  • Kjallari undir móttøkuhøll á uml. 134 m2
  • Nýggjan atkomuveg á uml. 85 m
  • Parkeringspláss v.m.

Arbeiðið skal gerast í tíðarskeiðinum: Mai 2018 – Juli 2019.

Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast frá PB Consult við at senda teldupost til gh@pbc.fo og síðsta freist til bílegging er 16. mars 2018.  Útbjóðingartilfarið verður bert sent út talgilt og kann heintast á dropbox eftir bílegging.

Tá biðið verður um útbjóðingartilfar, skal upplýsast:

  • Navn á virki
  • Kontaktpersónur og telefonnummar
  • Teldupostadressa

 

IRF

Facebook viðmerkingar