Opið hús á Miðnámsskúlanum

Tíðindi

Mánadagin 5. mars bjóða vit til opið hús á Miðnámsskúlanum í Suðuroy frá kl.19:00 til kl.21:00. Tá kunnu øll, sum vilja hava meir at vita um útbúgvingar, koma á gátt og fáa kunning um lestrarumhvørvi, virksemi á skúlanum og útbúgvingarnar Náttúrubreyt, Hugbreyt og FHS Yrkisnám.
Umsóknarfreistin er 15. mars.
Øll eru hjartaliga vælkomin, vit bjóða kaffi og eitt hugnaligt prát

Facebook viðmerkingar