Betri VK7 í Vági leygardagin

Ítróttur Tíðindi

Leygardagin 3. mars kl. 11.00 skipar Hvistan fyri 7. umfari í Betri Vetrarkappingini, sum í ár verður fyriskipað í Vági.

Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.

– Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2001) – umleið 8,7km
– Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1963-1972) – umleið 8,7 km
– Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1953-1962 ella fyrr) – umleið 8,7 km
– Kvinnur / Menn Ultraveteranar (f. 1952 ella fyrr) – umleið 8,7 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1998-2001) – umleið 8,7 km
– Gentur / Dreingir (f. 2002-2006) – umleið 3,2 km

Í sambandi við renningina verða heiðursmerki latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo).

Freistin er fríggjakvøldið 2. mars kl. 22.00. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start.

Luttakararnir verða bidnir um at møta við í Vágshøll frá kl. 10.00. Startnummarið skal vera avheintað í seinasta lagi kl. 10.45. Í høllini er møguleiki fyri skifting og brúsubað. Eftir renningina verður ábit og heiðursmerkjahandan.

Aftur í ár, bjóðar Hvistan til Grannakaffi, ið hesaferð verður í Meinigheitshúsinum í Vági. Her ber til at fáa sær at eta og møguleiki er at leggja eitt oyra eftir seg til Krabbameinsfelagið.

Facebook viðmerkingar