Amerikansk model í troyggju og húgvu úr Vági

Amerikanska modellin, sum var fyrsti vinnari av kappingini Americas Next Top Model hevur nú lagt mynd av sær sjálvari í troyggju og húgvu, sum Randi Hjelm Debes úr Vági hevur sniðgivið og bundið.

Randi Hjelm Debess stovnaði fyri stuttum ÍVF Faroeknit, eftir at hon í eina tíð hevur bundið troyggjur, húgvur, hálsturrikløð og annað uppá bílegging

Undan jólum fekk Randi úr USA bílegging uppá troyggju og húgvu. -Og tá hon fór at kanna eftir hvør tað var, sum bílegði troyggjuna og húgvuna, tí navnið ljóðaði so kent, gjørdist greitt, at tað var Adrianne Curry, sum var vinnari av fyrsta umfarinum av heimskendu sendirøðini Americas Next Top Model.

Adrianne Curry er ikki hvør sum helst, hon hevur á Facebook 1,3 milliónir fylgjarar og 133 túsind fylgjarar á Instagram.

Og nú í vikuni legði Adrianne Curry hesa myndina út á Instagram og Facebook, har hon er í troyggju og húgvu, sum Randi Hjelm Debess hevur sniðgivið og bundið.

Facebook viðmerkingar