RaceRunning í Føroyum

Ítróttur Tíðindi

Skrivað hevur Martin Johannesen: Eftir nógv ára stríð er endiliga líkt til, at RaceRunning byrjar at menna seg í Føroyum. Ítróttarmaðurin Martin Johannessen greiðir her frá framgongdini innan RaceRunning í Føroyum.

Byrjanin til mína egnu RaceRunner-karrieru

Tá eg fyri umleið 9 árum síðani, ein dag í 2009, varð uppringdur av táverandi ÍSB, nú Parasport Føroyar, og tey spurdu meg, um eg hevði hug at koma til Havnar at royna eina súkklu á Tórsbreyt, segði eg, at tað kundi eg væl. Eg hevði umleið ein tíma til Havnar, og meðan eg koyrdi suður, fóru tankarnir eisini upp at koyra. Súkkla og rennibreyt? Hví skal man súkkla á eini rennibreyt? Tað ljóðaði undarligt, og eg varð forviti

Tá eg so komi ti lHavnar og síggi súkkluna, hugsi eg: “Hvar eru pedalirnar?” Men so fann eg út av, at eg skuldi upp á setrið og brúka hetta 3-hjólaða stellið til at flyta seg. Eftir fyrstu 10 metrarnar var eg seldur! Og síðani havi eg elskað RaceRunning.

Í 2011 var eg á fyrsta “camp” á Frederiksberg saman við Heðini Midjord úr Lopra. Hann var aftur við í 2012, men gavst so.

 

Árini sum einsamallur íðkari

Eg havi sjálvur verið við á Camp & Cup øll árini síðani 2011, men eftir at Heðin gavst, havi eg verið tann einasti íðkarin. Eg gjørdi, hvat eg kundi, fyri at fáa fleiri við, og royndi eftir besta førimuni at promovera hesa fantastisku ítróttargreinina; eisini í samstarvi við Parasport Føroyar. Nakrir fáir fyrispurningar komu, og fyri nøkrum árum síðani royndi ein annar eisini, men síðani minkaði tað burtur aftur.

Eg var ofta ørkymlaður um, at vit ikki kundu fáa fleiri við, tí eg hevði sæð hvussu fantastiskt RaceRunning var, og hvussu mong kundu íðka ítróttargreinina, nærum uttan mun til brek.

 

100% øking í Føroyum í 2017 
Í 2017 eydnaðist tað okkum at fáa unga Levi Hanusarson við. Hóast hann er nógv ár yngri enn eg, var tað hugaligt at fáa ein makkara aftur. Hann kláraði seg sum øllum kunnugt væl, og hann er eins og eg púra seldur og elskar RaceRunning, serliga at renna skjótt. 

Fyrstu mánaðirnir í 2018
Í januar 2018 setti Parasport ein landsdekkandi venjara, sum skal hava 1-2 felagsvenjingar um mánaðin. Endamálið við at seta venjaran er at royna enn einaferð at fáa nøkur fleiri við, og tað sær nú út til at eydnast. Venjarin er tann 18 ára gamli Gunnar Eihilt Sivertsen, sum hevur góðan kunnleika til renning hóast sín unga aldur. Hann kennir ikki so nógv til RaceRunning, so eg havi lovað at hjálpa honum sjálvboðið fyrstu mánaðirnar.

Fyrsta venjingin var í januar, næsta í februar, og har lýstu vit við, at man eisini fekk møguleika at royna súkklur. Nøkur fólk komu at hyggja, men higartil er tað ikki blivið til meira – enn.

 

Eitt bjart hugskot

Men so var tað, at vit fingu eitt hugskot, og tað skuldi vísa seg at geva úrslit. Í Suðuroy hava tey júst fingið eina nýggja marghøll við innandura fótbóltsvølli og rennibreyt. Gunnar og eg sita heima hjá mær og tosa um RaceRunning og skifta orð um hugsanir við hvønn annan um venjing, og hvat vit kunnu gera fyri at fáa gongd á. So hugsaðu vit um marghøllina og Suðuroy – vit gera eina venjingarlegu! Vit settu okkum í samband við tey í Suðuroy, og vórðu meira enn vælkomin at royna RaceRunning í Marghøllini í Vági.

Har var langur vegur til Suðuroy, men vit vildu royna, og vit søgdu, at um vit fingu bara ein íðkara meira har, so vórðu vit nøgdir.

Vit hildu venjingarleguna í døgunum 2.-4. mars, og gjørdist postivt bilsnir. Umframt meg og Levi komu 5 onnur at royna RaceRunning. Ein hevði roynt tað áður, nevniliga Heðin, ið er byrjaður aftur. Hini fýra høvdu aldrin roynt tað, men tey sóu út ti lat hugna sær og hava tað stuttligt.

 

Góð framtíðarútlit fyri RaceRunning í Føroyum

Vit vóna, at allir vilja halda fram at renna, og eg kann enda við at nevna, at tær súkklurnar, vit høvdu eyka, máttu vit taka heim aftur, tí neyðugt er at seta seg í samband við Parasport fyri at fáa eina súkklu. Men vit komu heim sunnudagin 4. mars, og nú vit skriva 7. mars, eru 3 av súkklunum longu bílagdar, so tær skulu suður aftur. So nú hendir okkurt, og vit síggja út til at fáa fleiri íðkarar.

Tíverri verða tað bert eg og Levi á ársins “camp”, tá Parasport krevur, at íðkaðar skulu hava verið virknir í 1 ár, áðrenn teir kunnu luttaka í kappingum uttanlands. Men um menningin heldur fram, so koma Føroyar at hava eitt størri lið í 2019, og tað vóna vit. Levi og eg hava framvegis okkara persónligu venjarar, tí vit vilja fegnir venja meira enn bert 1-2 ferðir um mánaðin.

Vit halda, at Marghøllin í Vági hevur uppiborið stóra tøkk, og at verða nevnd her. Uttan teirra fantastiska gestablídni og hjálpsemi hevði hetta ikki borið til. Tey hava av álvara fingið glið á RaceRunning, sum nú sær út til at breiða seg í Føroyum.

Til ber at biðja um súkklur hjá Parasport Føroyar við at seta seg í samband við teir á tlf 21 79 75

Meira kunning og myndir um Racerunning er at finna her

 

Greinin er upprunaliga skrivað á donskum. Men er síðani umsett av Norðlýsinum.

Facebook viðmerkingar