Varðin Pelagic stuðlar fótbóltinum

Ítróttur Tíðindi

Varðin Pelagic og Tvøroyrar Bóltfelag hava undirskrivað stuðuls sáttmála , sum ger Varðan Pelagic til til høvuðsstuðul hjá TB kappingarárið 2018.

TB er í løtuni í einum samstarvið við hini feløgini í oynni, tí kemur stuðulin øllum samstarvinum tilgóðar.

Varðin Pelagic sigur at teir hava lagt dent á, at ein partur av stuðlinum fer til ungdómsarbeiði, sum er alt avgerandi fyri menning av felagnum.

Varðin Pelagic sigur eisini at vónandi kemur hesin stuðul at hjálpa til at felagsandin í Suðuroy verður enn sterkari, øllum suðuroyingum at frama.

Facebook viðmerkingar