VB kann enn røkka FM-finaluna

Ítróttur Tíðindi

VB-kvinnurnar hava seinastu vikurnar víst, at tær enn eiga at metast sum ein kappingarneyti til seinna FM-finaluplássið, har VÍF longu hevur vunnið hitt plássið.

VB kvinnurnar hava seinastu dystirnar spælt betur og betur og eisini fingið góð úrslit, ikki minst í Vestmanna ímóti VÍF fyri einari góðari viku síðani. Í vikuskiftinum var H71 á vitjan í Vágs Høll.

H71-kvinnur hava í fleiri dystum víst, at tær kunnu spæla liðunum í ovara parti av stigatalvuni eitt puss, men sunnudagin lat VB ongan iva verða um, hvar stigini skuldu fara.

VB vann dystin 27-20 eftir at hálvleiksstøðan var 14-10.

Málskjúttar hjá VB vóru:

Agnes Fallesen: 5 mál

Rúna M. Jacobsen, Bára K. Mortensen og Christina Holm: 4 mál

Barbara K. Hjelm og Rannvá Johannesen: 3 mál

Gurið K. Augustinussen og Laila Eysturberg: 2 mál

 

Neistin á vitjan leygardagin 17. mars

Leygardagin 17. mars verður aftur ein spennandi dystur í Vágs Høll, tá Neistin kemur á vitjan. Neistin er á einum 4. plássi og vann í farnu viku ein greiðan 23-21 á Kyndli. Dysturin leygardagin verður kl. 15.00 í Vágs Høll.

Facebook viðmerkingar