Suðuroyar kabarettin sera væl umtókt

Í gjárkvøldið var 7. sýningin av Suðuroyar kabarettini sýnd í SALT og sostatt hava uml. 1400 fólk sæð kabarettina.

Kabarettin byrjar við, at vælumtókta Grillbúðin hjá Símun bjóðar øllum vælkomin við sínum bersøgna málbrúki.

Kabarettin fer so runt um nógv at teimum aktuellu hendingunum sum eru í Suðuroynni, samstundis verður komið inn á persónar og hendingar sum nógv kunnu fyrihalda seg við so ella so.

Samstarvið millum SALT og nýstovnaða Suðuroyar Sjónleikarafelag má sigast at hava borið sera góða frukt.

Hóast hetta er fyrsta veruliga framførslan hjá flestu av leikarunum, so leika tey fyrimyndarliga.

Láturvøddarnir fáa veruliga sína avbjóðing til hesa sýningina.  

Enn er ikki sikkurt um tað vera fleiri sýningar, men meira kunning kemur um tað verður sagt.

Niðanfyri er ein myndarøð frá sýningini í gjár, her kann viðmerkjast at av tí at Eyðun Nolsøe ikki kundi vera við, so var Tróndur Enni við ístaðin og hann megnaði uppgávuna minst líka væl.

Facebook viðmerkingar