Tannleyst KÍ lið hepnan sigur á Suðringum

Sudringar.fo: Suðringar tóku seinnapartin ímóti KÍ við Stórá. Fótbóltsliga var ikki talan um nakran góðan dyst, sum KÍ vann 1-0.

Fyrri hálvleikur var sera javnur. Liðini bæði byrjaðu sera varliga og dysturin var merktur av einum varnum taktikki frá báðum liðum.

Fyrsta málmøguleikan fingu Suðringar, tá Teitur Justinussen eftir horna hæddaði beint framvið málinum. KÍ hevði ikki rættiliga nakran gjøgnumspældan møguleika í fyrra hálvleiki, men fekk eftir fríspark í høgru síðu mál, tá Deni Pavlovic hæddaði til 1-0.

Suðringar byrjað dystin verju kent og spældu eina verjukenda 3-5-1-1, sum næstan bleiv til eina 5-3-1-1. Hetta broytti Glenn Ståhl, venjari, í hálvleikinum, tá Suðringar fóru yvir til 4-4-2. Og hetta gjørdi eisini, at Suðringar fingu meiri gongd í framatrættaða spælið.

KÍ vísti ikki nógv hendan dystin. Í fyrra hálvleiki var loysnin langar bóltar fram ígjøgnum vinstru síðu. Í seinna hálvleiki fekk KÍ eitt sindur størri rásarúm, tí Suðringar løgdu meiri fyri frameftir vøllinum. Men eitt tamt KÍ-lið skapti í veruleikanum óvanliga fáar málmøguleikar. Málverjin hjá Suðringum hevði eina bjarging í seinna hálvleiki, og tað var tá eitt innlegg endaði tætt uppá málið, heldur enn sum eitt innlegg.

Í seinna hálvleiki vóru tað eisini Suðringar, sum stóðu seg best. Tríggir stórur málmøguleikar seinastu 20 minuttirnar – vóru yvirhøvur størstu málmøguleikar í dystinum. Men tá tað ikki eydnaðist at fáa mál, so endaði dysturin við 1-0 sigri til KÍ.

Samanumtikið ein tamur dystur, sum Suðringar ikki kunnu verða heilt nøgdir við í fyrra hálvleiki, men har vit spældu okkum upp í seinna hálvleiki og høvdu uppiborið í øllum førum 1 stig.

Facebook viðmerkingar