Fíggjarætlanin hjá Tvøroyrar kommunu fyri 2018 er samtykt.

Tíðindi

Tvøroyrar býráð samtykti á fundi í gjár 13. november fíggjarætlanina fyri 2018, sum javnvigar við 96,925 mió. kr.

Skattaprosentið verður óbroytt 21.90. Barnafrádrátturin hækkar við kr. 2.000,- til íalt kr. 7.000,- fyri hvørt barnið.

Inntøkur av persónskatti komandi ár eru mettur til 55,6 mió. kr. og inntøkur av partafelagsskatti 1,0 mió. kr., íalt 56,6 mió. kr.

Inntøkurnar samanlagt hjá Tvøroyrar kommunu komandi ár eru mettur til 74,3 mió. kr. íroknað afturbering til eldraøkið ímeðan rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 66,5 mió. kr. Avlopið í rakstrinum er sostatt 7,8 mió. kr.

Íløgurnar hjá Tvøroyrar kommunu komandi ár eru á 27,012 mió. kr., og fata um hesi øki:

  • 1 Fyrisiting: kr. 100.000,-
  • 3 Børn og ung: kr. 10.240.000,-
  • 4 Undirvísing: kr. 704.000,-
  • 5 Mentan og frítíð: kr. 125.000,-
  • 6 Teknisk mál: kr. 12.213.000,-
  • 7 Kommunal virki: kr. 3.630.000,-

Íløgurnar verða fíggjaðar við yvirskotinum av rakstrinum umframt lántøku og tøkum gjaldføri.

(mynd: Faroephoto.com)

Facebook viðmerkingar