Teknikarar á Varðanum Pelagic verið á skeið

Í dag fingu flestu teknikarnir, sum starvast hjá Varðanum Pelagic, Fødevaresektorens Håndværkerdiplom.

Hetta er eitt 3 dagar skeið, ætlað elektrikarum, smiðum, montørum og øðrum handverkarum, sum starvast hjá matvøruframleiðarum.

Góðskudeildin hevði tikið stig til at fáa skeiðshaldarir úr Danmark og luttók eisini á skeiðnum. Fødevaresektorens Håndværkerdiplom er ein víðkan av skeiðnum, sum gevur Fødevaresektorens Hygiejnediplom.

Teknikarnir hava nú alla neyðuga vitan fyri at kunnu arbeiða heilsufrøðiliga trygt í eini matvøruframleiðslu, eins og teir kenna til framleiðslureinføri, hygiejniskt design av framleiðsluútgerð, matvørukontaktmateriali og tilfar til framleiðsluútgerð og -bygningar.

Undirvísarir á skeiðnum vóru Claus Qvist Jessen frá Damstahl og Alan Friis frá Staalcentrum.

Facebook viðmerkingar