Fyrstu ABC tiltøkini taka skap

Fjórði ABC samstarvsfundur var í gjár, har Fólkaheilsuráðið kunnaði samstarvsfelagar um gongdina í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, og hvørjar ætlanir Fólkaheilsuráðið hevur fyri komandi tíðina. Eisini løgdu vit ætlanir fyri altjóða sálarheilsudagin, ið verður 10. oktober. Fyri at skapa hugarok um henda dagin, fóru vit ein “walk and talk” túr í vøkru náttúruni í Klaksvík, ið var sera gevandi.  

Samstarvsfelagarnir byrja nú í størri mun at taka ABC verkætlanina til sín og finna útav, hvussu tey ynskja at skapa karmar fyri virksemi, sum kann virka sálarliga heilsufremjandi. Eitt nú hevur Vágs kommuna havt ruddingardag, har dentur varð lagdur á boðskapin í ABC; borgarar í Vágs kommunu vóru virknir saman, bæði likamliga og sosialt og vóru hugbundnir um uppgávuna at rudda í nærumhvørvinum. Hetta er virksemi, ið kann geva meining fyri tann einstaka, tí tað bæði er gott fyri umhvørvið og sálarligu heilsuna hjá borgarunum.

Samstarvsfelagarnir læra longu av hvør øðrum og byrja at síggja, hvussu teir kunnu arbeiða við ABC verkætlanini í framtíðini. Vit kunnu tí rokna við at fara at síggja meira til, hvussu karmarnir fyri sálarligari heilsufremjan fara at taka skap, og hvussu føroyingar gerast meira tilvitaðir um, hvussu vit kunnu styrkja sálarligu heilsuna hjá bæði okkum sjálvum og hvør øðrum.

Komandi ABC tiltøkini verða longu í mai. ABC verður t.d. partur av umhvørvisátakinum “Slóða fyri” í Klaksvíkar kommunu, møguliga partur av ruddingardegnum í Sunda kommunu, og Fólkaheilsuráðið skipar saman við Tórshavnar kommunu fyri einum stórum ABC tiltakið síðst í mai, ið eitur “Rørslufagnaður”.

 

Fyri fleiri myndir og tíðindaskriv á heimasíðu okkara, sí: http://www.folkaheilsa.fo/news-fyrstu+abc+tiltokini+taka+skap.htm

Facebook viðmerkingar