Strandferðslan varpar ljós á egnar avbjóðingar

Mikudagin 23. mai kl. 15.00 skipar Strandferðslan fyri almennum kjakfundi í Smæruni í Havn. Til umrøðu verða avbjóðingarnar á samferðsluøkinum, ið seinnu árini eru vorðnar alsamt størri.

Undir vanligum umstøðum megnar Strandferðslan at røkja sínar skyldar í sambandi við sigling millum oyggjarnar, men krevjast umvælingar ella eftirlit, vanta avloysaraskip.

Trupulleikarnir hava verið serliga sjónligir í vár, tí fleiri av skipunum hava verið til regluligt eftirlit. Skipini eldast, og útlit eru ikki til, at eftirlitini verða minni umfatandi og tíðarkrevjandi.

Strandferðslan hevur í fleiri ár víst á, at neyðugt er við minst einum avloysaraskipi, so ferðaætlanin verður darvað sum minst, tá regluligu eftirlitini ella óvæntaðar umvælingar eru.

Ein onnur avbjóðing er, at ferðafólkatalið er nógv økt seinnu árini. Bæði føroyingar og útlendsk ferðafólk ferðast munandi meira millum oyggjarnar enn fyrr, og tað streingir farleiðirnar.

Ynskini hjá ferðafólki í dag eru sera ymisk. Fastbúgvandi vilja hava so regluligt ferðasamband sum gjørligt, og útlendsk ferðafólk ferðast í stórum hópum, ið ofta taka nógv pláss á skipunum.

Strandferðslan heldur, at nýggjar tíðir krevja nýggjar loysnir, so tænastustigið kann gerast nøktandi. Ljós verður varpað á hesar spurningar á kjakfundinum í Smæruni mikudagin 23. mai.

Við á fundinum verða umboð fyri Strandferðsluna, landsstýrið, stjórin fyri donsku oyggjaferjurnar og Knud E. Hansen, sum hevur gjørt eina støðulýsing av flotanum hjá Strandferðsluni.

“Strandferðslan er á einum vegamóti. Vit vilja fegin loysa allar tær uppgávur, okkum eru álagdar, men avbjóðingar eru. Vit fara at varpa ljós á hesar avbjóðingar,” sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.

Facebook viðmerkingar