Jóansøku- og summarframsýningin hjá Vágs Sóknar Bygdarsavni

Vágs Sóknar Bygdarsavn er farið undir at fyrireika jóansøku- og summarframsýningina 2018. Á aðalfundi Bygdarsavnins varð gjørt av, at jóansøku- og summarframsýningin skuldi verða undir heitinum “Myndir av kappróðrarbátum úr Vági”

Í hesum sambandi sóknast Bygdarsavnið eftir myndum av kappróðrarbátum úr Vági, sum kappast í Vági og kring landið.

Hava tit myndir, so vilja vit fegin lána tær og taka avrit av teimum, soleiðis at tær kunnu brúkast í framsýningini.

Um tú hevur myndir at lána Bygdarsavninum, so kanst tú seta teg í samband við

Arnfinnur Bjarkhamar
Niels Petur Nolsøe
Arnfinnur Thomassen
Ebbu Vágsheim
Dennis Holm

Myndirnar koma vit at lána frá tykkum í fáar dagar.

Facebook viðmerkingar