Suðringar í Vágum ímóti 07 Vestur

Suðringar spæla í dag ímóti 07 Vestur í Sørvági. 07 Vestur hevur 1 stig eftir 9 umfør, meðan Suðringar hava 7 stig efir fyrsta triðingin av kappingini.

Suðringar hava verið í góðari gongd seinastu dystirnar, bæði í Betrideildini og í Løgmanssteypinum. Men dystsurin vesturi í Sørvági í dag verður ikki nakar lættur dystur, tí 07 Vestur fer uttan iva at stríðast fyri lívinum í eini roynd at fáa lagt fleiri stig afturat tí eina stigum, teir hava vunnið higartil.

Hjá Suðringum er dysturin í dag ein góður møguleiki at vinna seg longur upp á stigatalvuni.

Dysturin í Sørvági byrjar kl. 15.

Facebook viðmerkingar