Ung í arbeiði í Hvalbiar Kommunu

Eins og undarfarin ár, verður aftur í ár møguligt hjá ungum í aldrinum 14-16 ár at vinna sær nakrar krónur sum ung í arbeiði hjá Hvalbiar Kommunu.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi og kann m.a. fevna um at fríðka, lúka, mála, upprudding, viðlíkahald av gøtu og vegum og so framvegis.

Umsøkjarin má vera fyltur 14 ár áðrenn 30. juni 2018 men má ikki fylla 17 ár áðrenn 25. juli 2018.

Alt eftir, hvussu stórur áhugin er fyri tilboðnum, sleppa tey til arbeiðis tvær vikur hvør.

Byrjað verður mánadagin 25. juni.

Freistin at søkja er fríggjadagin 15. juni 2018 kl. 15.00.

Les meira og melda til á heimasíðuni hjá Hvalbiar Kommunu her

Facebook viðmerkingar