Stroymað verður frá báðum hálvfinalum í kappingini um Løgmanssteypið

Stroymað verður frá báðum hálvfinalum í kappingini um Løgmanssteypið í morgin mikudagin 13. juni á stroymingarpallinum www.fsf-livestream.com

Hálvfinalurnar verða leiktar soleiðis:
Løgmanssteypið, seinnu hálvfinalur 13. juni 2018
Kl. 15:00 Suðringar – B36 við Stórá, Trongisvágur
Kl. 18:00 AB – HB í Vika, Argir

Til ber er at stroyma dystirnar á heimasíðuni fsf-livestream.com og á appini FSF Football til iphone og Android. Appin kann takast niður á App Store og Google Play. Appin eitur FSF Football.

Appin er ókeypis, men fyri at síggja ein dyst verður eitt gjald at rinda, sum er 39 kr. Tað ber eisini til at keypa dagshald til báðar dystir fyri 69 kr.

Soleiðis gert tú fyri at fáa atgongd til tín dyst ella dagshald til báðar dystir:

Far inn á heimasíðuna www.fsf-livestream.com fyri at stovna brúkara og rinda fyri dystin.

Besta góðskan fæst við at brúka appina FSF Football, sum kann takast niður á App Store og Google Play.

Facebook viðmerkingar