Maskinførari til suðurøkið   

Kunngerðir Størv Tekstlýsingar Tíðindi

Landsverk søkir dugnaligan og álítandi maskinførara til Suðuroynna at byrja eftir summarfrítíðina. 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:

  • viðlíkahald av landsvegum
  • vetrarhald
  • aðrar fyrifallandi uppgávur

 

Førleikakrøv

Viðkomandi royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið og vera førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur.

 

Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, fakliga dugnalig/-ur og vælskipað/-ur.

 

Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú ert fyrikomandi, arbeiðir sjálvstøðugt, er ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum samstarvsevnum.

 

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti, og tí er tað umráðandi , at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum.

 

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

Tín fasti arbeiðsstaður er í Øravík, og arbeiðsøkið fevnir um alla Suðuroynna. Tó kann tað koma fyri, at tú skal loysa uppgávur aðrastaðni í landinum.

 

Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði. Hetta ger seg serliga galdandi í vetrarhálvuni.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo.  Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. juni 2018.

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Asbjørn Mortensen, økisleiðara, á tlf. 290 900, teldupost: asbjorn@lv.fo.

 

Facebook viðmerkingar