Regatta 2018 verður frá 6. til 9. juli

Tíðindi

Aftur í ár verður skipa fyri Føroya Regatta, frá 6. til 8. juli vera gomlu træseglskipini at síggja millum oyggjarmar. 
Í ár gongur leiðin frá Klaksvík, Tórshavn, Tvøroyri og Vági til Vestmanna, 6. juli, síðani til Havnar, 7. juli. Skipini sigla heimaftur sunnudagin 8. juli

Siglingarætlan

Fríggjadagur 6. juli – Føroya Regatta í Vestmanna 
Flotin kemur á Vestmanna kl. 19:00
Dragin siglir av Klaksvík kl. 13:00, Westward Ho & Norðlýsið av Havnini kl. 14:00, Thorshavn av Tvøroyri kl. 09:30 og Johanna av Vági kl. 09:00.
 
Leygardagur 7. juli:  Føroya Regatta í Tórshavn  
Flotin siglir av Vestmanna kl. 10.00 og kemur á Havnina áleið kl. 19.00
 
Sunnudagur 8. juli: Føroya Regatta av Havnin  
Flotin siglir heim kl. 14.00 tó er undantak: Johanna og Thorshavn sigla kl. 10.00

Ferðaseðlar: Kunnu keypast á kunningarstovunum kring landið, áwww.atgongumerki.foella umborð. Einkult ferð kostar 300 kr. og allur teinurin kostar 800 kr. Barn, yngri enn 14 ár, ferðast ókeypis saman við vaksnum. Gistast má í landi. 

 

Facebook viðmerkingar