Hans Jacob og Magni vunnu 19. umfar og John og Elnar 20. umfar í sjavs

Ítróttur Tíðindi

19. umfar í sjavskappingini hjá FC Suðuroy varð spælt í VB-húsinum 31. mai, sum Hans Jacob Bech og Magni Augustinussen vunnu. 20. umfar varð spælt 7. juni í Húsinum við Á, hetta umfarið vunnu John Bech og Elnar Holm.


Úrslitið av 19. umfari var hetta.

Nr. 1. Hans Jacob Bech og Magni Augustinussen, 4 stig hvør

Nr. 2. Anja Bech og Petur Muller, 3 stig hvør

Nr. 3. Eivind Magnussen og Sverri Magnussen, 2 stig hvør

Nr. 4. Sigmund Mikkelsen og Guðrið Larsen, 1 stig hvør.

Úrslitið av 20. umfari var hetta

Nr. 1. John Bech og Elnar Holm, 4 stig hvør

Nr. 2. Kathrina Borgardal og John Nilssen, 3 stig hvør

Nr. 3. Thomar Hermanssen og Hans Jacob Petersen, 2 stig hvør

Nr. 4. Daniel Pauli Bech og Símin Andreas Hansen, 1 stig hvør

 

21. umfar leygarkvøldið kl. 18.30

21. umfar í sjavskappingini verður í VB-húsinum leygarkvøldið 16. juni kl. 18.30. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar