Hondbóltslandsdystur í Marghøllini ?

Ítróttur Tíðindi

Vágbingar hava givið eitt boð uppá, hvussu hondbóltslandsdysturin millum Føroyar og Danmark í EM-undankappingini til EM í 2020 kann spælast í Føroyum – í Marghøllini í Vági.

Til hátíðarhaldið í Marghøllini fríggjadagin løgdu øll tilmerkis stóra plakat, sum varð hongd upp, har yvirskriftin var “Hondbóltslandsdystur í Marghøllini”. Sí myndina.

Vágbingar hava yvirfyri Hondbóltssambandinum bjóða sær at hýsa hondbóltslandsdystinum í Marghøllini. Krøvini til hondbóltslandsdystin eru millum annað, at sera rúmsátt skal verða kring hondbóltsvøllin. Pláss skulu verða fyri í minsta lagi 2.000 áskoðarum og áskoðarapláss skulu verða á báðum langsíðum. Umframt ein røð av øðrum krøvum til ljós, uppsetan í samband við sjónvarpsupptøku os.fr.

Sum víst í myndini, so eru tað ongir trupulleikar at liva upp til hesi krøv í Marghøllini. -Og við at leggja hondbóltsgólv omaná verandi gólv og seta upp áskoðarapláss, so ber væl til at hava ein hondbóltslandsdyst í Marghøllini, har pláss eru fyri umleið 2.500 áskoðarum.

Vágbingar halda seg hava eitt realistiskt gott boð, men enn er ikki greitt, hvar hondbóltslandsdysturin millum Føroyar og Danmark verður spældur.

Facebook viðmerkingar