Nøkur bara bíða…

Nú tølini fyri fátækramark og fátækraváða fyri 2016 umframt tøl fyri, hvussu javnt okkara samfelag var í 2016 eru komin, ger Sambandsflokkurin nógv burturúr, at vit framvegis hava fólk í fátækraváða í Føroyum. Ført verður fram, at samgonguflokkarnir lovaðu at lyfta øll úr fátækraváða beinanvegin teir komu til valdið. 

At Javnaðarflokkurin hevur fyrigyklað nøkrum, at tað ber til, at lyfta øll úr fátækraváða dagin eftir man er komin til valdið, er ikki satt. Um so var, so hava vit ikki skilt, hvat ið fátækraváði snýr seg um.

Tað, ið vit fóru til val uppá, var, at býta ríkidømið javnari millum tey, ið búgva í Føroyum. Og tað hava vit so sanniliga gjørt og fara framhaldandi at gera restina av valskeiðnum.

 

Hvat siga tølini um fátækraváða í 2016

Tølini vísa, at samlaða fátækraváðatalið er lækkað síðan 2015. Úr 10,6 % niður í 10,1 %. Gini-talið, sum er talið fyri hvussu javnt samfelagið er, er lækkað úr 23,3 í 2015 til 22,8 í 2016. Tað merkir, at samfelagið er blivið javnari.

Talið fyri barnafátækradømi er eisini lækkað úr 9,7 % til 9,4 %.

Fyri fyrstu ferð síðan 2013 er hend ein lækking í fátækraváða hjá fólkapensjónistum úr 27,4 % niður í 26,2 %. Hetta hevur ongin úr andstøðuni nevnt við einum orði.

Eitt annað áhugavert tal er inntøkugloppið, sum merkir, hvussu langt tey, ið eru í fátækraváða, hava upp til markið. Í 2015 var hetta talið 12,7, og tað er nú lækkað niður í 11,6. Tað vil siga, at miðinntøkan hjá borgarum í fátækraváða lá 11,6 % undir fátækramarkinum í mun til 12,7 % árið fyri.

Vit kundu øll ynskt, at talið lækkaði enn meira, men sanniliga ganga tølini tann rætta vegin. Og tað gera tey longu fyrsta árið hjá samgonguni. Hetta ger tað hugaligari at halda fram við stríðnum.

 

Hvørji átøk eru framd í 2016

 

Samgongan hevur síðan hon tók við miðvíst arbeitt fyri einum javnari samfelag. Tað er ikki ofta at samgongan fær rós frá andstøðuni, men tað fær hon frá Helga Abrahamsen í dag. Tí hóast Helgi Abramhamsen hartar samgonguna fyri at fátækraváðin ikki er burtur, so sigur hann so væl alt, ið samgongan framdi longu í 2016, fyri at royna at basa fátækradømi: 

”Tað vil siga, at tølini vísa støðuna sum hon var, aftaná at barsilsfarloyvið var longt, aftaná at pensjónistar, sum bara høvdu fólkapensjón og Samhaldsasta, høvdu fingið meira, aftaná at lógin um familjuískoyti var broytt, aftaná at kringvarpsgjaldið var broytt, aftaná at skattalætti var givin til lág- og meðalinntøkur, aftaná at inngjaldið til egna eftirløn var lækkað, og aftaná at útgjaldið úr Samhaldsfasta var hækkað. Hetta vóru alt átøk, sum skuldu hjálpa teimum lægsløntu.”

 

Eg kann leggja aftrat, at fleiri átøk eru framd síðan 2016. Millum annað at:

  • Inntøkumarkið fyri at fáa familjuískoyti hjá hjúnum við børnum er hækkað úr 230.000 kr. til 280.000 kr.
  • Barnafrádrátturin fyri børn undir skúlaaldur er hækkaður úr 6.500 kr. upp í 9.200 kr. fyri hvørt barn.
  • Fyritíðarpensjónistar hava fingið 1000 kr. meir um mánaðin í pensjón, umframt at egingjaldið til heilivág er lækkað.
  • Útgjaldið úr Samhaldsfasta er hækkað við 400 kr. um mánaðin og hækkar munandi meira 1. januar 2019.

 

Halda áfram við átøkum

Sum Helgi Abrahamsen so væl sigur tað, so hevur samgongan framt eina rúgvu av átøkum til tess at minka um fátækradømi, men vit steðga ikki her. Meðan Sambandsflokkurin hevur fokus á støðuna í 2016, hevur samgongan áhaldandi framt átøk, og fer hon at halda fram við tí meðan Sambandsflokkurin bíðar. Hóast vit vita, at tað tekur langa tíð at minka um ójavnan, ið undanfarna samgonga skapti, so arbeiða vit miðvíst fyri at skapa einar enn javnari Føroyar enn tølini fyri 2016 vísa.

 

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum.

Facebook viðmerkingar