Ítróttaháskúlin hægri játtan í 2019

Ítróttaháskúlin í Suðuroy er ein av stóru sólskinssøgunum í nýggjari føroyskari skúlasøgu. Hóast skúlin bara hevur 2 ár á baki, so er áhugin so stórur at sleppa á skúlan, at út við 60 næmingar vóru avvístir í august, tá 42 næmingar byrjaðu á Ítróttaháskúlanum.

Stóri áhugin at sleppa á Ítróttaháskúla ger eisini, at neyðugt hevur verið at arbeitt við at fáa rúmligari umstøður, og hetta hava vit arbeitt við síðan á vári 2017, sigur Guðmundur Joensen. Talan er bæði um rúmligari umstøður hjá næmingunum at búgva og um rúmligari umstøður til sjálvan skúlan.

Ítróttaháskúlin hevur á fíggjarlógini fyri 2018 eina játtan á 1 mió. kr. til at skipa rúmligari umstøður, og nú Fíggjarlógin fyri 2019 er løgd fram, er eisini játta 1 mió. kr. í 2019 (við somu ætlan fyri 2020).

Økt næmingatal krevur økta rakstrarjáttan
Tá Ítróttaháskúlin byrjaði í august 2016 vóru tað 16-17 næmingar á heystskeiðnum 2016. Nú heystskeiðið 2018 byrjaði í august er næmingatalið 42, og tað vóru útvið 100 umsøkjarar til tey 42 plássini.

Økt næmingatal krevur økta rakstrarjáttan, tí neyðugt er við fleiri lærarum og fleiri tímum til undirvísing, venjing os.fr. Á Fíggjarlógini fyri 2019 er eisini hædd tikin fyri hesum, tí játtanin er økt við 500.000 kr. í mun til 2018.

Meiri fæst at vita um Ítróttaháskúlan í Suðuroy á www.his.fo ella á Facebook vanganum hjá Ítróttaháskúlanum.

Facebook viðmerkingar