Ynskja javnbjóðis samstarv, nýtt felag og spæla í báðum støðum

FC Suðuroy hevði í kvøld kallað inn til kunnandi fund um støðuna og framtíðina hjá fótbóltinum í sunnaru helvt í Suðuroy.

Eini 60 fólk høvdu leitað sær vestur í VB-húsið í kvøld, har Julius Vest, formaður í FC Suðuroy, bjóðaði vælkomin til kunnandi fundin.

Julius greiddi frá samstarvinum í felags Suðuroyarliðnum hesi seinastu tvey árini, um gongdina og hvørjir avbjóðingarnar hava verið.

Víst varð á, at FC Suðuroy frá byrjanini heilhjartað hevur arbeitt fyri hesum samstarvinum, tí nevndin og felagið metir, at hetta er tað besta fyri fótbóltin og fótbóltsframtíðina í Suðuroynni.

Eftir fyrsta árið, sum var eitt royndarár, ynskti FC Suðuroy, at man eftir hetta 2. royndarárið, skuldi skipa fótbóltin í Suðroynni, til dømis frá U15 og uppeftir, í einum felags felag ella felags yvirbygnaði, sum man kennir tað aðrastaðni frá.

Formaðurin greiddi eisini frá, at aðalfundurin hjá FC Suðuroy í februar samtykti, at eftir hetta árið, mátti samstarvið formaliserast. Samtykt varð á aðalfundinum í februar, at man ynskti:
– Skipaði viðurskifti í javnbjóðis samstarvi
– Felags økonomi
– Nýtt felag og nýtt navn
– Og at spælast skal í báðum støðum

Hesa niðurstøðu hevur FC Suðuroy kunna nevndina í TB um.

Julius greiddi frá, at tað sostatt ikki bara var spurningurin um at spælast skuldi á báðum støðum, sum umrøtt hevur verið í sosialu miðlunum seinastu dagarnar, men eisini hetta, at eitt man fær eina nýggja felags nevnd, eitt nýtt navn, at allar sponsor-inntøkur fara til felagsliðið os.fr.

Á fundinum varð eisini kunnað um skriv frá formanninum í TB, Henrik Thomsen, har staðfest verður, at TB ikki vil at tað skal spælast í Vági, hóast TB munnliga hevur avtalað hetta í samstarvinum við FC Suðuroy og Royn. Formaðurin hjá TB skrivar til FC Suðuroy, at nevndin í TB er púra samd um, at spælast skal ikki í Vági. -Samstundis skrivar formaðurin í TB, at hann er greiður um, at TB við hesum hevur brotið munnligu avtaluna um javnbjóðis samstarv, har spælt verður í báðum støðum.

Julius Vest greiddi frá, at nýggja nevndin í TB hevði biðið um fund komandi ónsdag, og at nevndin í FC Suðuroy sjálvsagt fór á tann fundin fyri at lurta eftir hvørjar tankar TB hevði um framtíðina hjá fótbóltinum í Suðuroynni.

Formaðurin og fundarfólki vóru avkláraði um, at um TB ikki ynskti at halda áfram í javnbjóðis samstarvi, har spælt verður á báðum støðum, so mátti man taka tað til eftirtektar og venda aftur til at arbeiða við menning av egnum felag.

Facebook viðmerkingar