Klintrimús í seinastu venjingum

Seinstu tíðina er Valbakkaskógurin fluttur inn í SALT og nú leggja leikarar, leikstjórar og øll hini rundanum, seinastu hond á venjingar.

Leygardagin kl 16 verður frumsýning.

Í kvøld var Suðuroyarportalurin ein túr til venjing í SALT.

Eini 20 leikarar í øllum aldri venja nú langt út á kvøldi, so vit øll kunnu fáa eina nýggja sýning frá Suðuroyar Sjónleikarafelag.

Og tey eru har øll, Klintrimús, Mortan, Mikkjal og øll hini dýrini í Valbakkaskóginum.

Leikstjórar og pallsniðgevar eru Hjálmar Dam og Nicolaj Falck.

Her eru nakrar myndir frá venjingini í kvøld.

   

Facebook viðmerkingar