Fyrireikingarnar ganga væl

Ferð er í hesum døgum á fyrireikingunum til nýggjárshaldið í Vági. Sum vant hjálpa nógv fólk til at fyrireika størsta nýggjárshaldið í landinum.

Faklarnir til menn og kvinnur eru lidnir. Blikkini eru klár og heiðursportrini við. Gjørt verður klárt at prýða bátin, sum skal brennast við drekahøvdi (myndin) og skjøldrum.

Í Billardhúsinum verður gjørt klárt til morgunmatin. Í VB–húsinum og Vágs Høll til dansin.

Jú, fyrireikingarnar ganga væl, skrivar nyggjar.com, sum er heimasíðan hjá nýggjárshaldinum í Vági

Facebook viðmerkingar