Linjuføringin neyvan broytt á Hvalbiartunlinum

Sunnudagin var almennur fundur í SALT um Hvalbiartunnulin, har ein alternativ linjuføring, í mun til ætlanina hjá Landsverk, eisini varð løgd fram.

Men niðurstøðan eftir fundin er, at tað er lítið sannlíkt, at linjuføringin verður broytt, nú Hvalbiartunnulin er boðin út og klárt er at gera avtalu við ArtiCon, sum hevði lægsta boðið.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður, segði á fundinum, at nú var málið komið somikið langt, at tað helst fór at verða trupult at gera stórar broytingar. Løgtingið hevur samtykt eina verklagslóg, og skal linjuføringin broytast grundleggjandi, so skal nýggj verklagslóg gerast og leggjast fyri Løgtingið. -Og tá tikið verður inn í myndina, at eitt val er í hond, so er tað kanska ikki ráðiligt at gera stórar broytingar nú, tí áhugamálini hjá tingfólkum eru rættiliga ymisk, tá tað kemur til tunnlar, segði Heðin Mortensen.

Fundurin var annars komin í lag, tí at hvalbingar hava arbeitt við at fáa broytt linjuføringina, soleiðis at tað slepst undan at tunnilsmunnarnir liggja í 71 m hædd (hvalbiarmegin) og 100 m hædd (Trongisvágsmegin). Verður tunnilin lægri, so slepst undan hálku (eins og myndin vísur) og harumframt undan trupulleikum við vindi í dalinum í HValba. Róin Schrøter, sum hevur verið ein av undangongumonnunum í hesum arbeiðinum, hevði eisini framløgu um alternativa uppskotið.

Men nú eftir fundin, er tykist lítið sannlíkt, at best hóskandi loysnin fyri Hvalbiartunnilin fer at koma í staðin fyri loysnina, sum Landsverk og Samferðslumálaráðið hevur arbeitt við seinastu árini.

Les eisini

Facebook viðmerkingar