Hví bleiv tað so trupult at velja best gjørligu loysnina?

Seinastu vikurnar hevur verið ávíst kjak um nýggja Hvalbiartunnilin, sum staðkend í Hvalba nú ynskja broyttan, tí mett verður, at tunnilsmunnarnir liggja ov høgt (100 m. hædd Trongisvágsmegin og 71 m. hædd Hvalbiarmegin) og í vindharðum økið Hvalbiarmegin.

Hvalbiartunnilin er ikki “bara” ein tunnil til Hvalbiar og Sandvíkar, men verður eisini ein týðandi partur av Suðuroyartunnlinum. Hvalbiartunnilin skal sjálvsagt verða ein framtíðartryggjað loysn, har úrslitið verður tað best gjørliga fyri komandi 50+ árini (gamli Hvalbiartunnilin er farin um 55 ár). Hvalbiartunnilin skal eisini verða ein loyns, sum er tann best-gjørliga fyri allar Føroyar, tí hetta verður høvuðsæðrin til og frá meginøkinum í framhaldi av Suðuroyartunlinum.

Nú kenni eg ikki til ítøkiligu tilgongdina í hesum málinum, men nógv bendur á, at ein mesta upphædd er ásett fyri hvat Hvalbiartunnilin má kosta. -Og fyri tað upphæddina fæst ávíst tal av tunnils-metrum, og tykist hetta í stóran mun hava verið stýrandi fyri verkætlanina, og tí eisini stýrandi fyri hvussu linjuføringin verður.

Ein íløga, sum skal vara longri enn 50 ár fram í tiðina, má sjálvandi fyrst og fremst verða gjørd sum best-gjørliga íløgan. Er meirkostnaðurin av best-gjørligu loyns fyri Hvalbiartunnilin, í mun til verandi ætlan, 100 mió. kr., so er talan um “2 mió. kr. meiri um árið í 50 ár”.

Út frá kunnandi fundinum í SALT sunnudagin, so bendir alt á, at verandi loysn er tann einasta, sum er kannað, meðan aðrar loysnir ikki eru kannaðar.

Spurningurin er, um slíkar tunnilsverkætlanir ikki áttu havt aðra tilgongd?

Eina tilgongd har Landsverk tók til eftirtektar eitt politisk ynski um at gera t.d. nýggjan Hvalbiartunnil ella nýggjan tunnil Norður um Fjall. -Og eftir tað gjørdi kanningar og síðani vendi aftur til politiska myndugleikan við uppskoti um:

  1. Best gjørligu tunnils-loysnina
  2. Tunnils-loysnina, sum er skjótast at gjøgnumføra
  3. Bíligastu tunnils-loysnina

Og í øllum førum átti spurningurin um orkunýtslu (hjá bilum og tungum akførum) og CO2 útlát verið partur av greiningini.

Kunnandi fundurin í SALT bendir á, at man hevur fastlæst seg á, at avsetta upphæddin til Hvalbiartunnilin er stýrandi, og av somu orsøk, so hevur lítil og ongin umrøða verið av aðrari loysn – ella av loysnum, sum møguliga eru betri enn ætlanin, sum nú liggur á borðinum.

Tað er eisini eitt sindur harmiligt, at tað næstan er við hóttandi tóna, at hetta er loysnin fyri Hvalbiartunnilin, tí annars verður ongin tunnil.

Tað er okkum øllum at frama, at tann best gjørliga loysnin verður vald. Løgtingið er at kalla samt um Hvalbiartunnilin (27 atkvøður fyri), so sjálvandi ber tað til at fáa gjørt eitt lítið ískoytið og fáa best gjørligu loysnina. Hvør vil hava sitandi á sær, at loysnin ikki bleiv meiri enn næst-best?

Trúgvi ikki at tað fyri hvalbingar og okkum øll onnur er ein katastrofa, at tunnilin verður seinkaður ½-1 ár, um man afturfyri fær best-gjørligu loysnina.

Hugsið at øll, flest allir føroyingar, ynskja at tær tunnilsloysnir sum verða framdar, verða tær best gjørligu loysnirnar, tað verið seg fyri Hvalbiartunnilin, tunnilin Norður um Fjall, tunnilin Gøtudali ella til Vestmanna.

Tað eigur ikki verða so trupult at velja best-gjørligu loysnina?

Dennis Holm

Facebook viðmerkingar