1. og 2. flokkar til Skúlafótbólt

Ítróttur Tíðindi

Ónsdagin 10. apríl eru tað 1. og 2. flokkar, sum leggja leiðina til Vágs til Skúlafótbólt. Hetta er samstundis seinasta av innleiðandi umførinum í Skúlafótbólti, áðrenn stóra finaludagin 2. mai.

Ónsdagin koma tað umleið 25 lið í 1. og 2. flokk til Skúlafótbólt í Vági frá skúlum úr ymiskum pørtum av landinum, bæði norðan av Eiði, vesturi úr Vágum, úr Havn og sjálvandi úr Suðuroynni.

Fylgjast kann við Skúlafótbólti á www.skulafotboltur.fo og á Facebook síðuni Skúlafótbóltur.

Facebook viðmerkingar