Heimsins besta á venjingarlegu í Páls Høll

Komandi dagarnar fær Vágur forkunnuga vitjan, tá heimsins besti kvinnuligi svimjari, Katinka Hosszú úr Ungarn kemur til Vágs í Páls Høll á venjingarlegu.

Katinka Hosszú hevur verið á Bergen Swim Festival, har eisini føroyskir svimjarar hava luttikið, og fer komandi dagarnar at verða á venjingarlegu í Vági, áðrenn næsta kapping í Stockholm er á skránni.

Katinku Hosszú varð í 2018 vald til heimsins besta kvinnuliga svimjara. Medalju-røð hennara er eisini imponerandi. Við OL 2016 í Rio de Janeiro vann hon gull í 100 rygg umframt í 200 og 400 blandað. Katinka Housszú og sum hartil millum annað vann gull í 400 blandað á HM í Rom í 2009, á HM í Barcelona í 2013, á HM í Kazan í 2015, og á HM í Budapest í 2017.

Katinka eigur heimsmetini í 200 og 400 blandað á langgeil og á stuttgeil, umframt heimsmetini í 100 og 200 rygg á stuttgeil.

Tilsamans hevur hon vunnið 3 OL-gull og 1 silvur, 7 HM-gull, 1 silvur og 5 bronsur, umframt m.a. 17 gull á HM á stuttgeil, 14 á EM og 16 á EM á stuttgeil, ella 57 gull á hesum størstu svimjistevnum í heiminum.

Facebook viðmerkingar