TOM ROBERTS – í Suðuroy pálmasunnudag, skertisdag og langafríggjadag

Tíðindaskriv Tíðindi

Samkomurnar í Føroyum hava havt forvitnisliga vitjan seinastu fýra vikurnar, tá trúboðarahjúnini Lesa og Tom Roberts av Bahama-oyggjunum hava ferðast runt oyggjarnar og hildið evangelisk møtir.

Tey komu til landi fríggjadagin 15. mars. Ein ferðaætlan var løgd til rættis áðrenn tey komu, og longu sunnudagin 17. mars skuldi Tom tala á tveimum møtum, ávíkavist í Nazaret í Kaldbak og Ebenezer í Havn. Hann hevur vitjað bæði á Sandoynni, Vágunum, Streymoynni, Eysturoynni og Norðoyggjunum, og í Kringvarpinum hava vit fleiri ferðir hoyrt, “at Tom Roberts talar.”

MØTINI

Inntil sunnukvøldið 07. apríl, tá hann talaði í Siloa í Fuglafirði, hevur hann talað á 17 evangeliskum møtum; hetta hóast hansara høga aldur upp á 83 ár. Møtini hava verið væl vitjaði, og á fleiri støðum hava tað verið fullsett hølir. Tað, sum hevur eyðkent møtini er, at Tom hevur hildið seg til tann evangeliska boðskapin, sum eisini er í trá við hansara virkiskall, tí sum hann sjálvur sigur: “Eg eri kallaður at vera ein evangelistur!”  

Á fleiri av møtunum hava fólk givið seg til kennar, at tey ynskja at  taka støðu til tað, sum hevur verið talað. Nøkur av møtunum  hava verið væl stuðlaði av bæði sangkórinum í Ebenezer og Betesda, og eisini manskórinum í Ebenezer. Aðrir sangbólkar, sum t.d. Miðnáttarsangbólkurin, Vitin, Dupult Kvartettin og sangkreftir í Nebo á Toftum hava eisini stuðlað við sangframførslum.

Evnini, sum Tom hevur talað yvir, hava verið fjølbroytt og prædikutekstirnir hava spent víða, og ongastaðni hevur hann endurtikið seg. Í fleiri av talunum hevur hann ikki spart upp á superlativini, tá tað kemur til at lýsa Føroyar og tað føroyska fólkið. Eitt, sum Tom hevur givið úttrykk fyri fleiri ferðir í sínum talum er, at hansara fyrsta vitjan í 1973, tá ein sonn veking  fór fram, hevði sterka positiva og broytandi ávirkan á hansara tænastu og hann sum persón. Eisini hevur hann mangan tikið til, undir hesi vitjan síni, at Føroyar eru ein andalig Oasa í teirri myrku oyðimørk, sum Europa er í dag.

Á nøkrum av møtunum hevur møtifólkið havt høvið at hoyra Lesu, konu Tom, sum eigur ein spennandi vitnisburð at bera fram. Hon hevur greitt frá hvussu hon sum tannáringur fann hvíluna í frelsuvissuni, men hon dugdi eisini á ein skemtiliga hátt at greiða frá hvussu hon og Tom funnu saman sum hjún.

STROYMING

Victor Dánjalson og Regin Meyer Olsen, sum reka lokalradio í Klaksvík STREAM.fo (Starabúrið) hava stroyma fleiri av møtunum hjá Tom Roberts, við tí úrsliti, at útisetaføroyingar og onnur enskt talandi í hundraðtali hava hoyrt møtini. Fráboðanir eru komnar frá so fjarskotnum londum sum Brasilien, Nigeria, Egyptalandi og Ruslandi. Evangeliska Røddin við Dánjal Poulsen hevur eisini stroyma.

          SUÐUROY

Frá Pálmasunnudegi og til páskaaftan verða Tom og Lesa í Suðuroy. Pálmasunnudag talar hann ávíkavist í Vitninum í Hvalba og í Bethel i Vági. Týskvøldið 16. apríl talar hann í Betania i Porkeri. Tom kemur at tala langa fríggjakvøld í høllini í Trongisvági.

Mikudagin 24. apríl fara Lesa og Tom av landinum við kós móti Bahama oyggjunum. Tá hava tey vitjað í Føroyum í  5 vikur og Tom hevur tá talað á 24 møtum. Hetta var 11inda ferðin hjá Tom í Føroyum.

Tað eru hjúnini Brita og Eli Smith í Havn, sum hava bjóðað Lesu og Tom til Føroyar, og sum eisini hava verið almennu vertirnir undir vitjanini.

Facebook viðmerkingar