Mentanarnáttin fingið búmerki

Væl umtókta mentanarnáttin hjá Tvøroyrar Kommunu hevur nú fingið búmerki.

M-ið er hildið í eyðkenda myrkabláa litinum, ið eisini er at finna í búmerkinum hjá Tvøroyrar Kommunu.

Sóljan er tjóðarblóma Føroya og blómar hon vanliga í mai og juni, júst tá mentanarnáttin er.

Búmerkið, ið trivnaðarfólkið hjá Tvøroyrar Kommunu, Bjarni Nygaard, hevur gjørt, fer nú at verða nýtt tá tiltøk verða kunngjørd til ársins mentanarnátt.

Facebook viðmerkingar