Væleydnaður dagur við voluntouristum í Vági

Fríggjadagin 26. apríl og leygardagin 27. apríl vóru Føroyar “Closed for Maintenance” har umleið 100 ferðafólk úr øllum heiminum vóru komin sum voluntouristar at gera viðlíkahaldsarbeiði í Føroyum – 12 teirra komu til Vágs.

Leygardagin vóru 12 voluntouristar í Vági og hjálptu til at gera gøtuna til nýggja kikaran uppi á Eggjunum.

Dagurin eydnaðist sera væl og voluntouristarnir náddu eisini at gera onnur viðlíkahaldsarbeiðið á gøtur í Vági, áðrenn tey fóru norður aftur við tyrluni seinnapartin leygardagin.

Kelda: www.vagur.fo

Facebook viðmerkingar