Bussur tikin av vindi í Hovi

Tíðindi

Bussurin hjá bygdaleiðum í Suðuroynni varð fyri løtu síðani tikin av vindi á vegnum oman ímóti Porkeri. Bussurin liggur niðri í bønum nakað sunnanfyri Skúladepilin í Suðuroy.

Bussurin var á veg úr Vági norðureftir og tá hann kom eini 300 m. frá Skúladeplinum í Suðuroy, í dalinum í Hovi, tók ein hvirvla bussin, sum nú liggur nakað niðri í bønum.

Førarin var einsamallur í bussinum og fekk ongan skaða av hendingini. Bussurin er tó illa farin.

Fylgt verður við málinum.

Facebook viðmerkingar