Malan Hansen og Birna Vágslíð halda fram í nevndini í Heilsurøktarafelagnum

Leygardagin 27. apríl var aðalfundur hjá Heilsurøktarafelagnum. Malan Hansen og Birna Vágslíð halda fram sum nevndarlimir og Rúna Midjord Dam er nývald sum tiltakslimur.

Seinasta árið hava hesi mannað nevndina hjá felagnum:

Rakul í Gerðinum, forkvinna, Bingerð Hjalmarsdóttir, næstforkvinna, Malan Hansen, Birna Vágslíð og Louisa Eliasen, nevndarlimir, og Beinta Simonsen og Elisabeth Eið Eliasen, tiltakslimir.

Á aðalfundinum í 2018 vórðu viðtøkurnar m.a. broyttar soleiðis, at limir, ið ynskja at stilla upp til nevnd ella forkvinnu/formann skulu boða felagnum frá í seinasta lagi 4 vikur frammanundan vali. Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali á aðalfundinum í ár; Malan Hansen og Birna Vágslíð. Tá freistin at stilla upp var farin, høvdu tær báðar boðað frá, at tær vóru sinnaðar at taka við afturvali. Eingin annar hevði bjóðað seg fram; sostatt vórðu Malan Hansen og Birna Vágslíð afturvaldar uttan atkvøðugreiðslu á aðalfundinum.

Val av tiltakslimi var á aðalfundinum leygardagin. Ein tiltakslimur skuldi veljast fyri eitt 2-áraskeið eftir at skeiðið hjá Beintu Simonsen var runnið á aðalfundinum í ár. Fýra limir bjóðaðu seg fram og javnt varð millum tvey teirra. Eftir fínteljing, sum vísti sama úrslit, skuldi veljast millum Brynhild Petersen og Rúnu Midjord Dam, sum vóru javnar í fyrsta umfari. Tá hevði Rúna Midjord Dam munin, og er soleiðis vald tiltakslimur fyri tvey ár.

Sera góð uppmøting var á fundinum, ið varð hildin í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, og, sum altíð vóru fundarfólkini luttakandi við spurningum og viðmerkingum til ymisku punktini á dagsskránni.

Facebook viðmerkingar