Træseglskipini farin avstað

Í kvøld løgdu træseglskipini frá landi, nú 100 ár eru liðin, síðani at Merkið fyrstu ferð varð borið fram alment. Fráferðingarløta var á Bursatanga, tá ið okkara siglandi arvur er savnaður, áðrenn skipini seta út í hav.

Flotin er burtur í 1 mánað. Skipini, sum eru við í Flaggsiglingini 2019 til Danmarkar, eru hesi: Johanna, Westward Ho, Dragin, Tórshavn, Norðlýsið, Heimdal og Norðan.

Tað var í Nordmandsdalen við Fredensborg, at Merkið fyrstu ferð varð víst alment fram, og merkisberari var Kjartan Mohr, ið seinni stovnaði Tórshavnar Skipasmiðju. Kjartan var tá lærlingur á skipasmiðjuni í Helsingør.
Skipini á ferðini umboða eitt slóðbrótandi tíðarskeið í føroyskum vinnulívi, ið legði lunnar undir dagsins Føroyar og eina tjóðskaparliga sjálvsfatana.

Siglt verður úr Føroyum 16. mai 2019, og fyrsta málið fyri siglingina verður Odense, har føroyski flotin tann 23. til 26. mai 2019 fer at luttaka í Odense Havnekulturfestival.

Føroyski flotin fer at leggja at við Norðurlendska Húsið, ið er karmur og samlingarstaður fyri íslendingar, grønlendingar og føroyingar, ið búgva á Fjóni. Føroyingar í Odense skipa fyri serligum føroyskum tiltøkum hesar dagarnar, tá ið skipini liggja við bryggju í Odense.

Úr Odense verður siglt víðari til Aarhus, har flotin fer at liggja við bryggju við Dokk 1, ið er eitt mentanarhús og høvuðsbókasavn í býnum. Í Aarhus verður skipað fyri ymiskum framsýningum og tónleikatiltøkum. Somuleiðis verður nógv umtalaða føroyska matmentanin víst fram. Høvi verður eisini at smakka føroyskan mat.

Úr Aarhus verður siglt móti Keypmannahavn. Eftir ein stuttan steðg í Helsingør frá 29. til 30. mai, verður siglt víðari til Keypmannahavnar, har skipini stevna inn 30. mai. Lagt verður at við Norðuratlantsbryggjuna uml. kl. 14. Meðan flotin er í Keypmannahavn, verður føroyski parturin av Norðuratlantsbryggjuni millum annað brúktur til listaframsýning, tónleikatiltøk, kunning um føroyska matlist, føroyska sniðgeving og ferðamøguleikar til Føroya og í Føroyum.

2. juni 2019 verður stórt hátíðarhald fyri Merkinum. Fyrst fara skipsmanningar saman við føroyingum í Keypmannahavn í skrúðgongu frá Norðuratlantsbryggjuni til Garð (Regensen), har Merkið fyri fyrstu ferð var havt á víðum lofti í mai 1919. Tað var úr vindeyganum í kamari 16 á gongd 7.

Eitt lítið minningarháld verður har, og eitt føroyskt kór fer at syngja. Síðani verður farið til gudstænastu í Holmens Kirkju. Frá Holmens Kirkju verður farið í bussum til Nordmandsdalen, ið er partur av Fredensborg Slotgarði.
Tað var har, Kjartan Mohr tan 2. juni 1919 gekk á odda við Merkinum, tá ið tað fyri fyrstu ferð alment varð sýnt fram.Farið verður í skrúðgongu til Nordmandsdalen, og Mouritz Mohr, abbasonur Kjartan, fer at ganga á odda, berandi Merkið. Tá ið komið er fram, fara umboð fyri Føroya Landsstýri umframt Jógvan Arge at bera fram røðu, og eitt føroyskt kór fer at syngja.

Um kvøldið 2. juni verða tónleikatiltøk við føroyskum orkestrum og sangarum á Norðuratlantsbryggjuni.Í Keypmannahavn eins og í hinum havnunum, har flotin leggur at, verður opið skip, so fólk á staðnum fáa høvi at sleppa undir dekk og síggja tey viðurskiftini, sum manningarnar livdu og arbeiddu undir, tá ið skipini vóru til fiskiskap undir Íslandi og í Grønlandi.

Felagið Føroysk Træseglskip hevur framleitt ein faldara, sum í stuttum lýsir tann týdning, sum sluppirnar høvdu fyri menning av føroyska vinnulívinum og sostatt eisini av samfelagnum. Faldarin sæst HER. Í faldaranum verður eisini greitt frá, hvussu føroyski fiskiflotin hevur ment seg, og víst verður eisini á, hvussu føroyskar fyritøkur hava megnað at ment eina laksavinnu, ið framleiðir eina vøru í heimsflokki.

5. juni siglir flotin úr Keypmannahavn til Ebeltoft, har flotin fer at liggja við bryggju við Fregatten Jylland. Í Ebeltoft verður m.a. skipað fyri málningarframsýning umframt ymiskum tónleikatiltøkum.

Sunnudagin 9. juni fer flotin at sigla heimaftur. Á veg til Føroya fer flotin at leggja at í Lerwick fyri at kunna hetlendingar um tann týdning, sum avgerðin hjá bresku stjórnini at góðkenna Merkið sum føroyskt tjóðflagg hevði fyri samleika føroyinga. Roknað verður við, at skipini verða aftur í Føroyum 16. juni.

Flaggsigling 2019 er bæði til frama fyri mentan og vinnu. Stórur dentur verður lagdur á, at tær luttakandi føroysku fyritøkurnar fáa høvi at sýna fram teirra vørur, og at tey vitjandi fáa nakrar góðar upplivingar, sum kunnu kveikja áhuga fyri Føroyum.

Myndina tók Páll G. Jacobsen

Facebook viðmerkingar