Eitt øðrvísi 10. floks ár við fótbólti í Vági

Í samstarvið við Vágs Skúli bjóðar Fótbóltsakademi Føroya næmingum, sum fara í 10. flokk, møguleikan at velja eitt øðrvísi 10. floks ár í Vági við fótbólti sum høvuðsbreyt.

Vágs Skúli hevur komandi ár tveir 10. flokkar: Ein vanligan 10. flokk og ein 10. flokk við fótbólti sum høvuðsbreyt.

Valmøguleikarnar í 10. flokki í Vági skúlarárið 2019/2020 eru hesir – har næmingurin skal velja tilsamans 28 tímar, sum verða samansettir millum lærugreinarnir niðanfyri.

Vanligur 10. flokkur

10. flokkur við fótbólti sum høvuðsbreyt

Fótbólturin hjá 10. flokki verður, eins og víst í yvirlitinum, skipaður av Fótbóltsakademi Føroya – og koma 10. floks næmingar, sum velja fótbóltsbreytina at venja 5 ferðir um vikuna við Fótbóltsakademi Føroya um dagin og kunnu harumframt velja at venja við FC Suðuroy seinnapartin/um kvøldið. Venjarar eru Jón Pauli Olsen og Sigfríður Clementsen.

Fótbóltur í bestu umstøðum í landinum
Í Vági eru bestu umstøður til fótbóltsvenjing í landinum. Vant verður í Marghøllini, á ítróttarøkinum á Eiðinum og í Páls Høll.

Bústaðarviðurskiftini í Vági
Næmingar, sum koma til Vágs at ganga í 10. flokk, kunnu antin búgva hjá egnari familju, hjá vertsfamilju, ella í smáttunum, har næmingar á Ítróttaháskúlanum eisini hava bústað.

Kostnaður og tilmelding
10. floks tilboðið í føroyska fólkaskúlanum er ókeypis, soleiðis eisini við 10. floks tilboðnum, sum verður skipað í samstarvi millum Vágs Skúla og Fótbóltsakademi Føroya. Næmingar, sum koma til Vágs at ganga í 10. flokki, koma tó at rinda fyri bústað og mat (um teir ikki búgva hjá egnari familju), tilsamans 3.000 kr. um mánaðin.

Tilmelding fer fram her á heimasíðuni hjá Fótbóltsakademi Føroya.

Ivamál og spurningar
Eru ivamál ella spurningar til fótbóltspartin á Fótbóltsakademi Føroya, so kann ringjast til Jón Paula Olsen, venjara, á tlf. 277927. Eru ivamál ella spurningar til fólkaskúlapartin, so kann ringjast til John Henrik Holm, skúlastjóra í Vágs skúla (tlf. 239330).

Lesið eisini meiri um Fótbóltsakademi Føroya á www.fotboltsakademi.fo og um Vágs Skúla á www.vagsskuli.fo.

Facebook viðmerkingar