Væleydnaður eldrafimleikur í Hvalba

Triðja árið á rað, hevur eldrafimleikur verið eitt av kvøldskúlatilboðunum í Hvalbiar kommunu.

Undirtøkan hevur øll trý árini verið sera góð.

Tey luttakandi hava verið í aldrinum frá 64 til 88 ár, og tað hevur verið sera hugnaligt og lívsgevandi, tí uppmøtingin hevur verið so góð, og øll tey luttakandi hava verið so sera virkin og jaglig, sigur Nita Næs, ið hevur undirvíst í eldrafimleiki.

Hvalbiar kommuna hevur øll trý árini stuðlað hesum góða tilboði, og hevur játtað bilflutning, so at øll, ið ynskja tað, kunnu luttaka.

Hetta eru vit øll takksom fyri, sigur Nita, ið roknar við, at hetta kvøldskúlatilboðið byrjar aftur komandi heyst.

Facebook viðmerkingar