Filmsbrot og myndir: Highland cattle kálvur í Vági

Ónsdagurin gjørdist ein heldur annarleiðis og spennandi dagur fyri Niels Jacob Eysturberg og Bergur Vinther, sum seinastu tvey árini hava havt eitt Highland Cattle par – kúgv og tarv – gangandi í Langadølum í Vági.

Tarvurin varð dripin fyrr í ár, hann skikkaði sær so illa. Men teir høvdu ávísa vón til at kúgvin var kvigin. -Og í gjár, tá leiðin gekk fram við stykkinum í Langadølum, hevði kúgvin kálvað. Hetta var fyrstu ferð, at kúgvin hevði kálvað, so hon hevði ikki ansað eftir – og hevði kálvað niður í eina veit. -So tað var í síðstu løtu, at vit komu framvið, greiður Niels Jacob Eysturberg frá.

Kúgvin vildi ikki heilt taka kálvin til sín, so vit tóku kálvin heim, men fara at royna at fáa kúnna at taka kálvin til sín aftur, greiður Niels Jacob frá.

Niels Jacob tók myndirnar og gjørdi filmsupptøkuna.

Facebook viðmerkingar