Umhvørvisvika á Tvøroyri

Umhvørvisvika er á Tvøroyri hesa vikuna og mangt er á skránni, ið alt hevur tað til felags, at umhvørvið er á breddanum.

Lagt verður fyri í morgin, tá børnini í barnagarðinum og dagrøktini fara at grilla, hugna sær og tosa um umhvørvið.

Hetta gongur fyri seg á økinum við barnagarðin í Trongisvági og Tróndur Enni og Lív Næs leggja eisini leiðina framvið og syngja fyri børnunum.

Tiltakið byrjar kl. 10:00. Kl. 15:00 er foreldrakaffi á stovninum og lata tey heilsa, at foreldrini skulu sjálvi hava krúss við.

Plastikkbikør verða ikki nýtt á barnagarðinum longur.

Sum sæst, so er mangt og hvat á skránni og fara vit at greiða nærri frá tiltøkunum komandi dagarnir.

Facebook viðmerkingar