Øll tunnilsfeløgini fáa felags innkrevjing

Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Heðin Mortensen, boðar við hesum frá, at at tey tunnilsfeløgini P/F Vágatunnilin, P/F Norðoyatunnilin og P/F Eystur- og Sandoyartunlar í dag hava stovnað eitt felags innkrevjingarfelag, P/F Tunnil.

Endamálið við felagnum er at hava eina felags innkrevjing fyri øll feløgini. Hetta skal gera tað lættari og einfaldari fyri kundarnar, sum brúka tunnlarnar. Við hesum skulu kundarnir eins og í dag venda sær til eitt felag fyri at fáa avgreitt síni gjaldsviðurskifti. Við einari felags umsiting og innkrevningarskipan fyri øll feløgini verður tað bíligari í rakstri, heldur enn at hvørt felag sær hevur sína egnu umsiting.

Endamálið er eisini at hava greiðan skilnað á fíggjarviðurskiftinum millum feløgini. Avtalað er, at feløgini gjalda fyri raksturin av P/F Tunnil í mun til ferðsluna.

Síðani Vágatunnulin og Norðoyatunnulin lótu upp fyri ferðslu, hava teir havt eina norska innkrevjingarskipan. Arbeitt hevur verið saman við Formula at fáa eina føroyska skipan í staðin, sum verður meira kundavinarlig og meira liðilig fyri starvsfólkini. Tá ið eitt hald verður keypt verður tað galdandi eins og í dag fyri allar tunlarnar, í fyrstu atløgu Vága- og Norðoyatunnulin; næsta ár fyri Eysturoyartunnulin, og Sandoyartunnulin, tá hann letur upp.

Nýggja felagið P/F Tunnil fær heimstað í Runavík. Leigusáttmáli er í dag undirskrivaður millum nýggja felagið og Sp/f Høgabólshúsið um leigu av hølum til felagið.

Facebook viðmerkingar