Gudny Langgaard verður nýggjur stjóri í Nema|Hey

Nevndin í Nema|Hey boðar í dag frá, at Gudny Langgaard verður nýggjur stjóri í felagnum.

Gudny Langgard kemur úr starvi sum stjóri á Vága Floghavn, sum hon hevur røkt síðani 2018. Gudny hevur áður verið stjóri á Hey, tá undir navninum Vodafone Føroyar, í 5 ár fram til 2016, og undan tí var hon sølu- og marknaðarstjóri í felagnum í 2 ár.

Nevndin í Nema|Hey fegnast um, at felagið fær ein stjóra við drúgvum leiðsluroyndum og kunnleika til virkisøkini hjá felagnum.

“Við Gudny fær Nema|Hey ein dugnaligan og arbeiðssaman stjóra, sum hevur víst í verki at hon kann skapa góð úrslit og nøgdsemi millum kundar og starvsfólk. Vit eru í eini spennandi tíð har KT og samskiftistænastur renna saman, og Nema|Hey er í einari lyklastøðu at ganga á odda í tøkniligu menningini av Føroyum komandi árini. Gudny hevur drúgvar royndir í okkara vinnu og kennir marknaðin væl”, sigur Rúnar Reistrup, nevndarformaður í Nema|Hey.

”Nema|Hey er ein spennandi og kappingarfør fyritøka. Uppgávurnar eru nógvar, men í fyrsta umfari, verður mítt mál at geva føroyska marknaðinum fult gagn av at fyritøkurnar nú eru samanlagdar, og annars at áhaldandi betra um úrslitið og menna fyritøkuna. Eg síggi stórar møguleikar í samanleggingini, ið er farin fram, og eg gleði meg til uppgávuna, sum skal lyftast saman við dugnaligu starvsfólkunum í felagnum, sigur Gudny Langgaard, komandi stjóri á Nema|Hey.

Umleið 75 fólk starvast á Nema|Hey.

Gudny Langgaard byrjar í stjórastarvinum miðjan August.

Facebook viðmerkingar