Tað er neyvan nakrantíð hent so nógv í psykiatriini og á sálarheilsuøkinum sum nú. Og tað er bæði gott og neyðugt. Her er nakað av tí.
Vit settu okkum fyri at fara undir eitt miðvíst arbeiði fyri at javnseta sálarheilsuna við likamligu heilsuna við støði í, at okkara borgarar skulu hava javnbjóðis atgongd til heilsutænastur. Og eisini tí okkara grundsjónarmið er at taka serliga hond um teir bólkar av menniskjum, sum hava veikastu røddina.
Søguliga hava vit ikki altíð verið nóg dugnalig at tikið okkum av sálarsjúkum. Í stóran mun hava hesi fólk livað undir vána korum annaðhvørt í útlegd ella meira ella minni goymd burtur her hjá okkum. Og ofta bæði goymd og gloymd. Tíbetur er siðaskiftið í gongd, og psykiatriin er í stórari menning og hevur fingið rúmd bæði í almenna rúminum og í tilvitskuni hjá okkum øllum.
Fokus er nú á, at sálarsjúka ikki nýtist at vera kronisk, og at góðir møguleikar eru bæði at koma seg aftur, at fáa tað betri og at kunna livað eitt innihaldsríkt lív við sálarsjúku. Hetta er vitan, sum gevur vón. Og vit hava sera góð og dugnalig starvsfólk og áhugabólkar, sum stuðla undir hetta.
Men góðar hugsanir og politiskar visjónir mugu gerast til veruleika fyri at fáa týdning fyri tey, sum vit vilja hjálpa. Tað má síggjast aftur í okkara handlingum. Og tað ger tað.
Tá ið vit tóku við, vóru tað enn fólk, sum høvdu búð í áratíggju á psykiatriska deplinum. Hesi hava nú tíbetur fingið varandi bústað hjá Almannaverkinum.
At hugsa sær til, at fólk hava búð á sjúkrahúsi størsta part av teirra lívi !
Og so eru tað fysisku karmarnar á psykiatriska deplinum, sum vóru undir alt lágmark. Har var púra niðurslitið og misrøkt. Eg plagi at siga, at hølini signaleraðu, at hetta er ongin góður við. Tey signaleraðu manglandi umsorgan. Nú er deildin umvæld, og sjúklingarnir hava fingið góðar umstøður.
Hetta eru bert tvey dømi um, hvussu vit kunnu vísa í verki, hvussu vit vilja hjálpa. Tvey dømi, sum hava so ómetaliga stóran týdning fyri tey menniskju, sum tørva okkara hjálp. Tvey dømi um, hvat samfelag vit vilja vera.
Og hyggja vit bara heilt stutt inn í framtíðina, so eru vit við at byggja nýggjan psykiatriskan depil, sum kemur at flyta økið heilt inn í nútíðina. Tað kunnu vit øll gleða okkum til.
Tað er hugaligt at síggja modellini av stovunum, sum verða víst fram í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Tá ið eg síggi tað, royni eg at turka burtur myndina av gomlu deildini. Men hon hevur onkursvegna brent seg fasta, og eg harmist og undrist yvir, hvussu tað kundi koma so vítt.
Gott at vit fingu hetta stórmál uppá pláss.
Sirið Stenberg, Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar