Auto søkir stjóra

Yvirskipað sæð fremur stjórin arbeiðsuppgávur skilgreinaðar av nevnd felagsins.

Ynski hjá P/F Auto er, at stjórin skal ganga á odda í felagnum, hvørs fremsta endamál er at reka hýruvognskoyring í Tórshavnar Kommunu og menna P/F Auto.

Uppgávur hjá stjóranum eru m.a at skipa samskiftið við kundar umframt at skapa nýggj samstørv, hava yvirlit yvir fíggjarstøðu felagsins, setan av starvsfólki, tryggja eitt høgt tænastustøði o.s.fr.

Førleikar
Eginleikar hjá stjóranum í P/F Auto skula mynda nýhugsni, ágrýti og framleidni. Felagið hevur fjølbroyttar ætlanir fyri framman og stjórin skal hava førleikar at útinna hesar og samstundis vera avgjørdur, tá knappar avgerðir skula takast.

Harumframt skal stjórin mynda ein jaligan hugburð, duga væl at vegleiða starvsfólkum, hava gott yvirlit og hava førleikar at stýra fíggjarligu viðurskiftum felagsins.

 
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.foUmsóknarfreistin er 10. des
 

http://starvsportal.fo/job/auto-soekir-stjora/

Facebook viðmerkingar