Leygardagin var TB á vitjan í Gundadali, har B36 tók ímóti. B36 er við í tætta stríðnum í toppinum á Betrideildini og var hetta tí eisini ein trupul dystur hjá TB.
B36 byrjaði dystin væl og eftir 3 minuttir hevði “TB’arin” Stefan Radosavljevic lagt B36 á odda 1-0. Stefan skifti til B36 í summar.
Í 33. minutti gjørdi Lukasz Cieslewicz tað til 2-0. Men 8 minuttir seinni, í 41. minutti, minkaði Ragnar Tausen um munin til 2-1.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk B36 brotsspark, sum Alex Mellemgaard setti í málið og so var støðan 3-1. Og hetta var eisini úrslitið av dystinum.
Við sigrinum vann B36 seg upp á 1. plássið í Betrideildini við 41 stigum, men hevur tó leikt ein dyst fleiri enn KÍ og NSÍ, sum á 2. og 3. plássi hava 39 stig.
TB hevur eftir dystin framvegis 18 stig og varðveitir 7. plássið.
Facebook viðmerkingar