Nú valevnislistarnir til løgtingsvalið eru latnir inn er eisini greitt, at tað eru 15 valevnir uppstillaði í Suðuroynni (sum hava bústað í Suðuroynni), 3 kvinnur og 12 menn. Allir flokkar, uttan Framsókn, Miðflokkurin og Føroyaflokkurin, hava valevni úr Suðuroynni á listanum.
Við løgtingsvalið 2015 vóru 12 suðringar millum valevnini. Við Løgtingsvalið í 2004, tá Landið varð skipað í 7 valdømir, vóru 36 valevni uppstillað í Suðuroynni.
Hesi úr Suðuroynni eru uppstillaði til Løgtingsvalið, sum verður leygardagin 31. august 2019.
Fyri Fólkaflokkin
Frits Strøm av Tvøroyri
Jacob Vestergaard av Økrum
Jóhan Eli Poulsen úr Sandvík
Fyri Sambandsflokkin
Alvi Mortensen av Tvøroyri
Erhard Joensen úr Vági
Fyri Javnaðarflokkin
Bjarni Hammer av Tvøroyri
Henrik Old úr Vági
Jens Arni Leo Hammerfoss av Tvøroyri
Kristina Roest av Tvøroyri
Fyri Sjálvstýri
Kristin Michelsen av Tvøroyri
Fyri Tjóðveldi
Júst Johannesen av Tvøroyri
Sirið Stenberg úr Vági
Framsókn
Framsókn hevur ikki nakað valevni í Suðuroynni.
Miðflokkurin
Miðflokkurin hevur ikki nakað valevni í Suðuroynni
Framtakið
Arnfinnur á Birtuni úr Vági
Rebekka Vestergaard úr Vági
Ragnar Eyvindsson úr Hvalba
Føroyaflokkurin
Føroyaflokkurin hevur ikki nakað valevni í Suðuroynni
Facebook viðmerkingar